Brotini her eru úr Bíbliuni og eiga at lesast í sínum rætta høpi, har tað ber til.

1. Gud ELSKAR teg og hevur eina undurfulla ætlan við lívi tínum.

Kærleiki Guds:

"Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, sum trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív" (Jóhannes 3,16).

Ætlan Guds

[Her er tað Jesus, ið talar] "Eg eri komin, fyri at tey skulu hava lív og hava yvirflóð" [at lívið skal vera ríkt og hava innihald] (Jóhannes 10,10).


Hví kenna flestu fólk onki til eitt ríkt lív?

2. Menniskjuni hava SYNDAÐ og er SKILD frá Gudi. Tí kunnu tey ikki uppliva kærleika Guds og ætlan hansara við lívinum.

Menniskjuni hava syndað:

"Øll hava syndað, og teimum fattast dýrd Guds" (Rómbrævið 3,23).

Menniskjuni vórðu skapt til at hava samfelag við Gud; men av tí at tað altíð skal hava sín egna vilja, valdi tað at fara sína egnu leið, og samfelagið við Gud slitnaði. Hesin eginvilji, sum er merktur av uppreistri og líkasælu, er tekin um tað, sum Bíblian rópar synd.

Menniskjuni eru skild frá:

"Løn syndarinnar er deyði" [andaligur skilnaður frá Gudi] (Rómbrævið 6,23).

faro1

Henda tekning lýsir, at Gud er heilagur, og at menniskjuni hava syndað. Ein stór gjógv er millum Gud og menniskjuni. Pílarnir siga okkum, at menniskjuni royna alla tíðina at røkka Gudi og einum lívi í yvirflóð við egnari styrki, eitt nú við at liva eitt gott lív, við heimspeki ella átrúnaði - men tað ber ikki til.


Triðja lógin sigur okkum frá tí einasta, sum kann gera brúgv yvir um gjónna...

 

3. Jesus Kristus er tað einasta, sum Gud hevur givið til bót fyri syndir.Við Honum ber til hjá tær at kenna og uppliva kærleika Guds og ætlan Hansara við lívi tínum.

Hann doyði fyri okkum :

"Gud vísir kærleika Sín til okkara við, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar" (Rómbrævið 5,8).

Hann reis upp frá deyðum :

"Kristus doyði fyri syndir okkara ... Hann varð jarðaður ... Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum ... Hann varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv; síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum..." (1. Korintbræv 15,3-6).

Hann er einasti vegur til Gud :

"Jesus segði við hann, "Eg eri Vegurin, Sannleikin og Lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær"" (Jóhannes 14,6).

faro2

Henda tekning vísir okkum, at Gud hevur gjørt eina brúgv yvir um gjónna, sum skilir okkum frá Honum, við at senda okkum Son Sín, Jesus Kristus, at doyggja fyri okkum á krossinum fyri at rinda skuldina fyri syndir okkara.


Tað er ikki nóg mikið bert at kenna hesar tríggjar lógir ...

 

4. Vit mugu hvørt einstakt okkara TAKA ÍMÓTI Jesusi sum Frelsara og Harra okkara; Tá kunnu vit kenna og uppliva kærleika Guds og ætlan Hansara við lívi okkara.

Vit mugu taka ímóti Jesusi :

"So mongum, sum tóku ímóti Honum, gav Hann mátt at vera børn Guds - teimum, ið trúgva á navn Hansara" (Jóhannes 1,12).

Tað er við trúgv, at vit taka ímóti Jesusi :

"Tí av náði eru tit frelst, við trúgv - og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds, ikki av verkum - fyri at eingin skal rósa sær" (Efesusbrævið 2,8-9).

Vit føðast av nýggjum, tá vit taka ímóti Jesusi (Les Jóhannes 3,1-8).

Vit eru persónliga boðin at taka ímóti Jesusi :

[Tað er Kristus, ið talar] "Hygg, Eg standi fyri durunum og banki! Hoyrir onkur rødd Mína og letur upp dyrnar, skal Eg fara inn til hansara og halda kvødmáltíð við honum - og hann við Mær" (Opinberingin 3,20).

Tá tú tekur ímóti Kristusi, vendir tú tær eisini frá tær sjálvum til Gud (tú vendir við), og tú letur Jesus koma  inn í lív títt at fyrigeva tær syndir tínar og gera teg til tað, sum Hann ætlaði við tær. Tað er ikki nóg mikið bert við høvdinum at viðganga, at Jesus er Sonur Guds, og at Hann doyði fyri syndir okkara. Kensluligar upplivingar røkka heldur ikki. At taka ímóti Jesusi í trúgv er ein viljasøk.

Hesir báðir ringarnir umboða tvey lív:

faro3

faro4

  • Hvør teirra líkist meiri lívi tínum ?

  • Hvønn teirra hevði tær dámt at líkna við lív títt?


Hetta sigur tær, hvussu tú kanst taka ímóti Jesusi

Tú kanst taka ímóti Jesus í hesi løtu, við trúgv, gjøgnum bøn (Bøn er samtala við Gud)

Gud kennir hjarta títt og leggur ikki so nógv í orð tíni sum hugburð hjarta tíns. Hetta er ein bøn, sum tú kanst biðja:

"Harri Jesus, mær tørvar Teg. Takk fyri at tú doyði á krossinum fyri syndir mínar. Eg lati upp fyri tær dyr lívs míns og taki ímóti tær sum Frelsara og Harra. Takk at tú fyrigevur mær syndir mínar og gevur mær ævigt lív. Set teg í hásæti lívs míns. Ger meg til tað, sum tú vilt hava meg at vera."

Sigur hendan bønin frá tráanum hjarta tíns? Bið hana, um so er, og Kristus kemur inn í lív títt, sum Hann hevur lovað.